Filadelfia varpar ljós á hjúnabandið

SKEIÐ: Vikuskiftið 15. til 17. apríl skipar samkoman "Filadelfia" fyri eini hjúnabandslegu á Hotel Føroyum.

Tað hevur eydnast at fáa ein av góðu undirvísarunum í Skandinavia, norðmannin Eivind Frøen sum undirvísara á skeiðnum.
Øll hjún eru vælkomin á legu. Málið er at luttakarapørini fara styrkt og endurnýggjaði heimaftur.
Í dag er nógvur ágangur á hjúnabandið, og ein kann ikki síggja burtur frá tí veruleika, at mong trúgvandi kundu havt eitt betri hjúnalag.
- Trupulleikin er, at vit skammast at tosa um slík viðurskifti. Ístaðin fyri at leita upp hjálp, so endar tað við einum braki, og hjúnalagið sindrast, meðan børnini standa sum teir stóru tapararnir.
Fyri at bjarga verandi og komandi hjúnabondum kunnu tvey ting gerast: Í fyrsta lagi at seta ígongd hjálpartænastur fyri hjún, sum hava trupulleikar, og í øðrum lagi at reisa upp fyribyrgjandi tiltøk, sum kunnu hjálpa hjúnum, áðrenn tey koma í trupulleikar.
Tað er í samband við hetta seinna, at leiðslan í Filadelfia hevur gjørt av at halda hesa hjúnabandsleguna í apríl mánaði.