Lerwick: Tað eru sjáldan stundir at hugsa seg ov nógv um, ella at skola vónbrotini burtur, tá kappast verður í ítrótti. Júst hetta er eisini orsøkin til, at sálarliga javn- ella yvirvágin hevur so nógv at siga.
Eftir tvey sett, har talan var um skiftandi yvirvág, gjørdist talan í triðja settinum um ein veruligan bardaga, har sálarliga yvirvágin skuldi vinnast. Hesa tóktist Áland hava fingið, tá teir móti endanum stríddu seg framum. Við framúr libero-spæli frá Johan Petur á Stongum og eini noktan móti at geva seg eydnaðist tó okkara at halda fast. Seks settbóltar á rað yvirlivdu okkara, og so orkaði Áland ikki meira. Í sjeyndu royndini vóru tað okkara, sum fingu fyrimun, og tá Bartal Eliasen og Jón Nielsen blokkaðu álendska smashið í gólvið, kundi sigurin tað sama verið skrivaður til okkara.
Tí í veruleikanum, so var Áland nú niðri. Sálarliga megnaðu teir ikki at toga seg uppaftur, meðan okkara hinvegin mest sum vóru flúgvandi. Adrenalin-rúsurin sat í kroppinum á hvørjum spælara. Móttøkurnar sótu perfekt, soleiðis at Bárður B. Mikkelsen fekk góðar arbeiðsumstøður sum hevari, og so kundu kantarnir av álvara gera um seg. At munurin ikki var meira enn sjey bóltar, komst fyri ein stóran part av, at okkara í nógvum førum satsaðu meira, enn gott var, nú sigurin kortini var heima. Hetlendski hallarvarparin, sum ivaleyst kennir seg sum hálvan føroying eftir leikirnar, geylaði støðugt á føroysku fjøldina, og hóast klokkan var um vera nógv, so var kortini rúm fyri klappsalvum, tá dysturin var lokin. Føroyska manslandsliðið hevði enn einaferð prógvað, at stríðsviljin er í toppi, og lønin er eitt pláss móti Bermuda í hálvfinaluni. Eitt mótstøðulið, sum tykist heldur meira yvirkomulig enn Saaremaa, sum aftur í ár tykjast sera sterkir.