Á løgtingsfundinum í morgun er framhaldandi viðgerð av fíggjarlógaruppskotinum fyri 2014 á skránni.
Tað var mánadagin, at Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, legði fram uppskotið fyri almenninginum á fundi í Fíggjarmálaráðnum. Sambært uppskotinum verður hallið á fíggjarlógini komandi ár 250 milliónir krónur, og samstundis boðaði landsstýrismaðurin frá, at javnvág ikki verður á fíggjarlógini í 2016 sum ætlað, men væntandi í 2017.
Sambært skránni hjá løgtinginum verður tingið liðugt við fyrstu viðgerð av fíggjarlógini í dag. Málið skal síðani viðgerast í fíggjarnevndini, sum fær úr at gera, tí nógv partar skulu hoyrast og nógvar semjur skulu gerast.
Sambært tí sum higartil er komið fram í tingviðgerðini er lítið sum bendir á, at samgonga og andstøða fara at semjast um komandi løgtingsfíggjarlóg.