Fíggjarliga ódnarveðrið er av

Suðuroyar Sparikassi hevði munandi framgongd í fjør

Avlopið hjá Suðuroyar Sparikassa var umleið tvær milliónir krónur fyri skatt í 2013.

Tað er 767 prosent hægri enn í 2012, tá ið yvirskotið fyri skatt var 233.000 krónur

 

- Fíggjarliga ódnarveðrið tykist vera av, hóast tað nógvastaðni framvegis er tungur sjógvur eftir kreppuna, sigur Sparikassin.

 

Framgongdin stendst fyrst og fremst av, at niðurskrivingarnar í sparikassanum eru minkaðar munandi eftir einum ári. Niðurskrivingarnar lækkaðu 3,5 milliónir krónur úr 6,1 milliónum krónum í 2012 niður í 2,6 milliónir krónur i 2013 – svarandi til 58 prosent.

 

Niðurskrivingarnar í 2013 eru 0,5 prosent av útlánunum, og til samanberingar kann nevnast, at niðurskrivingarprosentið í smáum peningastovnum í danska ríkinum er í miðal 2,5 prosent av útlánunum.

 

- Suðuroyar Sparikassi merkir sum heild størri búskaparligt áræði hjá viðskiftafólkunum, sigur Sparikassin.

 

- Útlánini øktust tvey prosent úr 486 milliónum krónum í 2012 upp í 496 milliónir krónur í 2013. Innlánini hækkaðu fimm prosentm úr 643 milliónum krónum í 2012 upp í 674 milliónir krónur í 2013.

 

Hóast kreppan tykist vera hasað av, og ársúrslitið ber boð um betri tíðir, so hevur sparikassin merkt sviðan av føroyska rentukrígnum, ið tók seg upp í kjalarvørrinum á fíggjarkreppuni.

 

- Rentukríggið er ikki samfelagsgagnligt í longdini, tí tað elvir til ótryggleika heldur enn javnvág og tryggleika.

 

Í sparikassanum var rentustríðið ringt fyri inntøkurnar tilsamans, sum eru úrslitið fyri skatt, kursvinning og niðurskrivingar. Samlaðu inntøkurnar minkaðu úr 6.702.000 krónum í 2012 niður í 4.744.000 krónur í 2013.

Tað er ein lækking á 1.958.000 krónur, sum svarar til 41 prosent. Høvuðsorsøkin er rentustríðið og serligar útreiðslur av tillagingum í starvsfólkakostnaðum í desember.

 

Rentuinntøkurnar í netto og inntøkur frá ómaksgjøldum lækkaðu úr 28.917.000 krónum í 2012 niður í 27.564.000 krónur í 2013. Tað er ein lækking á fimm prosent. Kurstapið hjá sparikassanum var minni í 2013 enn í 2012. Kurstapið í 2013 var 121.000 krónur sammett við 338.000 krónur í 2012.

 

Samlaðu útreiðslurnar øktust 0,5 prosent úr 21.276.000 krónum í 2012 upp í 21.435.000 krónur í 2013.

 

Sparikassin lækkaði innlánsrenturnar í 2013, og ómaksgjøldini hækkaðu og hann hevur eisini lagt dent á at víðka handilsliga virksemið, samstundis sum starvsfólkakostnaðirnir eru tillagaðir.

- Hesi átøkini verða gott ískoyti til raksturin komandi árini, men ein partur av tillagingunum síggjast ikki fyrr enn í roknskapinum fyri 2014.

 

Tað vóru 17 ársverk í Suðuroyar Sparikassa í 2013, sum var tað sama sum í 2012.

Suðuroyar Sparikassi rindaði 453.000 krónur í skatti í 2013. Í 2012 var skatturin 125.000 krónur.

Harumframt rindaði sparikassin 1.038.000 krónur í lønarhæddaravgjaldi í 2013, sum er 12 prosent av øllum lønarútreiðslunum hjá peningastovninum.

 

Útreiðslurnar til Indskydernes Garantifond vóru 1.112.000 krónur í 2013, og avskrivingarnar vóru 1.314.000 krónur.

 

Eginognin var 49.938.000 krónur við árslok 2013. Solvensurin var 15,3 prosent í 2013 sammett við 14,9 prosent í 2012. Solvensurin er 7,3 prosentstig hægri enn lógarásetta minstakravið, sum er átta prosent. Suðuroyar Sparikassi liggur harvið trygt og væl oman fyri minstakravið.

 

Tøki peningurin sammett við lógarkrøvini var 190 prosent við ársenda í 2013. Í 2012 var hetta talið 164 prosent. Suðuroyar Sparikassi lýkur harvið eisini væl og virðiliga kravið um tøkan pening.

 

Í ár væntar Suðuroyar Sparikassi, at úrslitið fyri skatt í ár verður 2,5 til 3,5 milliónir krónur.