- Fiskavirkið er ein stórur partur av mínum lívi, og vit eru mong, sum gleða okkum til, at gongd kemur á aftur.
Tað segði fíggjarleiðarin á Sandoy Seafood í Skopun, Hedvig Winther, við Sosialin herfyri.
Heilt síðan seinasti arbeiðsdagur var á virkinum í Skopun fyri skjótt einum ári síðan, hava nøkur fólk alla tíðina síðan verið í starvi og soleiðis verið knýtt at felagnum.
Millum hesi er Hedvig Winther, sum hevur verið fíggjarleiðari hjá Sandoy Seafood í 17 ár.
Hini trý fólkini, sum ongantíð eru søgd úr starvi, men sum framvegis arbeiða hjá felagnum, eru Tórmóður Dalsgaard, maskinmaður, Jón Hentze, sum starvast í innaneftirlitinum og Martin Olsen, virkisleiðari.
Á myndum á facebook í dag stendur fíggjarleiðarin á Sandoy Seafood øll hesi ár, Hedvig Winther, við pensli í hond og ílatin málingaklæði.
Nú tíðin nærkast, til fiskavirkið í Skopun ætlandi letur uppaftur sum saltfiskavirki, eru tey í holt við at mála og snøgga um inni á virkinum.
Í Sosialinum herfyri segði Hedvig Winther, at letur Sandoy Seafood í Skopun uppaftur, nú vit so smátt nærkast jólum, verður hetta ein stór jólagáva til fiskafólkið í Sandoynni.