Altjóða fótbóltssamgongan, FIFA, hevur í dag kunngjørt nýggjasta styrkilistan. Føroyska landsliðið gongur heili fimm pláss aftur. Vit eru nú nummar 102.
Tað gongur ikki heilt eftir ætlan hjá føroyska manslandsliðnum í løtuni. Tað sæst aftur á FIFA styrkilistanum, sum tó ikki altíð er so eftirfarandi. Í hesum førinum verður torført at burturforklára gongdina, tí vit hava tapt móti bæði Rumenia og Malta. Vit eru nú farin frá einum 83. plássi í 2016 til nummar 102.
Belgia enn best
Hóast 150 dystir eru spældir í tíðarskeiðinum, sum FIFA listin er dagførdur eftir, so er ongin broyting í topp trý. Belgia er framvegis nummar eitt frammanfyri Fraklandi og Brasil. Ongland hevur yvirhálað Kroatia og er á fjórða plássi.
Ísrael gjørdi størsta lopið við átta plássum, meðan Eysturríki átti størsta fallið við 11. plássum. Føroyar eiga næststørsta fallið saman við øðrum.
Av londunum í okkara EM 2020 undankappingarbólki er Spania styrkismett hægst. Spania er nummar 9. Svøríki er nummar 14, Rumenia er nummar 25, Norra nummar 50, meðan Malta er nummar 180 av 211. Malta er millum annað styrkismett lægri enn Andorra, sum er nummar 134.