FIFA: Sepp Blatter lagt frá sær

FIFA forsetin hevur á tíðindafundi í dag lagt frá sær

Sepp Blatter hevur lagt frá sær sum FIFA forseti. Tað hendir eftir eitt umstrítt forsetaval, sum hann annars vann greitt 133 – 73 móti Prins Ali.

 

79 ára gamli Sepp Blatter hevur leingi verið umstríddur og illgruni hevur verið um óreint spæl í fleiri málum. Dagin fyri FIFA forseta valið blivu seks FIFA persónar handtiknir og níggju ákærdir, saman við fimm øðrum, ið hava leiklutir saman við FIFA í samband við stuðuls og lýsingaravtalur.

 

Sepp Blatter bað á tíðindafundinum um at FIFA skuldi samlast skjótast gjørligt, og hava eitt nýtt forsetaval.