Tá HM í 2022 verður leikt, skal tað spælast í Qatar.
Hetta hevur elvt til fleiri trupulleikar. Størsti trupulleikin er tó tann, at hitin í Qatar um summarið, tá HM vanliga verður leikt, er alt ov høgur.
Tí hevur verið frammi fleiri ferðir, at HM í 2022, má flytast til um veturin.
Og nú boðar FIFA frá, at HM í Qatar í 2022, helst verður leikt um veturin. FIFA mælir til, at fyrstu dystirnir verða leiktir síðst í november, meðan finalan verður leikt 23 december.
Sostatt bendir alt á, at HM í 2022 kemur at skapa eina kollvelting fyri fótbóltin, tí at flestu deildirnar í Europa koyra við fullari ferð um veturin.










