FIFA fríkendi í gjár Ekvador í málinum um Byron Castillo, sum hevur spælt undir følskum dópsbrævið. Bæði Kili og Peru kærdu málið til altjóða fótbóltssambandið, sum millum annað Christiani F. Andreasen í kærunevndini, hevur fríkent Ekvador, sum nú aftur kann fyrireika seg til setanardystir móti Katar um tveir mánaðir.
Talan er um Byron Castillo, ið hevur spælt við følskum dópspappírum. Umframt at hann hevur broytt føðiár frá 1995 til 1998, so hevur hann eisini logið um hvar hann er føddur. Dokumentatión, sum Dailymail hevur fingið fatur á, vísir at høgri bakkurin als ikki er føddur í Ekvador.
Í ljóðbrotið, sum altjóða miðlar hava spælt av í vikuni, hoyrist Byron Castillo vátta, at hann er føddur í 1995, og er sostatt eldri enn almenna dópsbrævið vísur. Tað, sum verri er, er at hann er als ikki føddur í Ekvador, men í Kolumbia.
Fótbóltssambandið í Kili hevur kært avgerðina til ítróttardómstólin í Sveis.