Fidel komin fyri seg

Gamli kubanski forsetin, Fidel Castro, er nú komin so mikið fyri seg eftir magaskurðviðgerðina í juli, at hann hevur fingið sær eina telefon inn á sjúkrastovuna, so hann kann geva tey boð, sum hann heldur vera neyðug. Tað skrivar almenna blaðið Gramma.

Blaðið veit eisini at siga, at forsetarnir í Venesuela og Bolivia, Hugo Chavéz og Evo Morales, vóru á sjúkrahúsinum og vitjaðu Castro í gjár. Chavéz hevur vitjað Castro fleiri ferðir síðani skurðviðgerðina, og tað var eisini hann, sum fekk vitjanina í gjár í lag, skrivar Gramma. Hinvegin hevur Castro ikki hitt aðrar útlendskar leiðarar, og tí var tað hálvbróðurin Raúl Castro, sum tók ímóti forsetanum í Laos, tá hann kom til Kuba fyrr í vikuni.

Tað hevur leingi ljóðað, at tann 80 ára gamli Fidel Castro hevur krabbamein, men tað hava kubansku myndugleikarnir avsannað. Tað er heldur ikki heilt greitt, hví hann varð lagdur undir skurð í summar, men sagt verður, at hann er lætnaður 18 kilo síðini viðgerðina.