BILAR
Magnus Gunnarsson
MPV og vørubilur
Av tí at bilarnir, Dublo skal kappast við, hava verið sera væl móttiknir, kemur hann inn í eina harða kapping um kundarnar. Doblo verður einans gjørdur í einum modelli, sum fæst í nógvum ymiskum útgávum. Hann verður gjørdur sum ein fimm persóna MPV, og sum vørubilur í fleiri ymiskum útgávum, við ella uttan síðurútar. Til dømis fæst hann við einari stórari baklúku ella við tveimum hurðum aftan.
Rúmligur og praktiskur
Fyrstu bilarnir, sum koma á danska marknaðin í vár, vera at fáa í tveimum motorstøddum, einum 1.2 litur bensinmotori við 65 hk, og einum 1.9 litur dieselmotori við 63 hk. Seinni í heyst kemur ein 1.6 litur bensinmotorur við 103 hk. og ein 1,9 litur turbodiesel við common rail innspræning og 105 hk. Bilurin er sera rúmligur við einum viðførisrúmi uppá 750 litrar undir hillini aftan fyri baksetrið. Danskir motorjournalistar, ið hava verið í Italien og royndarkoyrt Doblo, siga, at bilurin er lættur og smidligur at koyra, eins og hann er praktiskur og rúmligur í allar mátar.
Kelda: FDM / Motor