Fiann í Norðurlandahúsinum

Pólski myndamaðurin, Fiann Poul, letur upp myndaframsýning í Norðurlandahúsinum í dag klokkan 17. Myndirnar eru tiknar í Íslandi og Grønlandi og eru fullar av søgu og søgn soleiðis, sum Fiann Poul ímyndar sær farnar tíðir og tær frásagnir, sum hava gingið millum manna um kappar, brøgd og yvirnáttúrligar verur.

Fiann Poul er 29 ára gamal og úr Pólandi. Heilt frá barnsbeini hevur hann leitað norðureftir, og tá Ísland var lættari at koma til enn Grønland, gjørdist Ísland í fyrstu syftu staðið, har hann arbeiddi við sínum hugskotum og tók myndir.

Áhugin fyri søgum og sagnum hava ført hann longur vestur ? til Holywood, har hann hevur havt leiklut í filmi, eins og hann er við í europeiskari filmsvcerkætlan um Jómsvíkingar. Hetta er partur av sama dreyminum.

Fiann Poul hevur ikki bert áhuga fyri at gera fotomyndir úr ímyndum, søgum og sagnum, men hevur eisini evnini at víðka sítt listarliga virksemi til at umfata filslistina.

Myndirnar, sum Fiann Poul hevur á framsýningini verða 70 í tali. 30 teirra eru úr plexiglasi, so ljósið gongur ígjøgnum tær. Hinar 40 myndirnar eru á lørifti. Myndirnar eru tiknar í orðurgrønlandi, í Suðurgrønlandi og í Íslandi.

Framsýningin letur upp í Norðurlandahúsinum í dag klokkan 17.