FHS sum fjarlestur á Kambsdali

Nú er aftur møguleiki at taka handilsskúlalærugreinir sum fjarlestur á Føroya Handilsskúla á Kambsdali. Fjarlesturin byrjar umleið 1. september og til ber at taka einstakar lærugreinir á FHS ella heilt FHS-prógv sum fjarlestur.

Handilsskúlin á Kambsdali hevur í nøkur ár bjóðað FHS sum fjarlestu,r og hava yvir 100 næmingar fingið stakgreinaprógv hesa tíðina.

Hjalmar Hansen, deildarstjóri, sigur, at skúlin hevur gjørt nakrar grundleggjandi broytingar í fjarlestrinum til komandi skúlaár. M.a. verður nú undirvíst við beinleiðis videosambandi millum lærara og næmingar. Á henda hátt ber til at gera eitt flokshøli á netinum, har lærarar og næmingar hittast og til ber at samskifta sínámillum munnligt. Somuleiðis verða upptøkur av ávísum evnum lagdar á netið, soleiðis, at tann lesandi altíð hevur atgongd til hetta.

Teldupostur verður sjálvsagt eisini nógv nýttur í fjarlestrinum, tá uppgávur verða latnar inn skrivliga. Við telduposti ber eisini til at samskifta beinleiðis millum tann einstaka lesandi og læraran.

Fjarlesturin verður skipaður í lestrarhálvur. Hetta merkir, at ein lærugrein verður gjørd liðug eftir umleið 4 mánaðum. Undirvísingin verður styttri og meira konsentrerað. Tvær lærugreinir vera bodnar út hvørja lestrarhálvu. Komandi skúlaár ber til at lesa Kunningartøkni C og Sølubúskap C á heysti 2013 og Virkisbúskap C og Enskt C á vári 2014.

– Fjarlesturin er eitt ógvuliga gott høvi til førleikamenning. FHS-prógv gevur møguleika fyri læruplássi innan handil ella skrivstovu og møguleika fyri at søkja inn á 2. árið á búskaparbreytini og at enda sum handilsstudentur, sigur Hjalmar Hansen.

Hann sigur, at eisini handils- og skrivstovunæmingar, sum mangla handilsskúlalærugreinir, kunnu fáa gagn av fjarlestrinum. Fjarlesturin átti at verði ein fyrimunur bæði fyri lærling og arbeiðspláss.

Handilsskúlin hevur gjørt samstarvsavtalu við ALS, soleiðis, at fjarlestur verður eisini boðin út sum førleikamennandi tilboð til fólk, sum fáa arbeiðsloysisstuðul.

Upptøkutreytin er nøktandi 9. ella 10. floks prógv. Nærri kunning og umsóknarblað er at finna á www.fhk.fo. Umsóknarfreistin er 1. juli 2013.