FH hevur ikki vunnið á nøkrum Víkinga-liði í ár

Tað er margháttligt, at FH á heimavølli í ár ikki hevur vunnið nakran dyst ímóti Víkinga-liðum

Ein skeivur og øðrvísi vinkul, sum er komin undan í íslendsku ítróttarmiðlunum aftaná 1-1 javnleikin millum FH og Víking á Kaplakrika leikvøllinum á Hafnarfjørðinum í tí fyrra dystinum í øðrum undanumfarinum í Champions League kappingini.

 

Bæði Vísir og Morgunblaðið halda tað verða margháttligt, at FH á heimavølli hevur spælt tríggjar dystir ímóti liðum, sum eita "Víkingur", og FH hevur ikki vunnið nakran av hesum trimum heimadystunum.

 

Mánakvøldið 19. juli spældi FH javnleik 2-2 ímóti Víkingi Reykjavík á Kaplakrika leikvøllinum. Farna fríggjakvøld tapti FH 0-2 ímóti Víkingi Ólafsfirði á Kaplakrika leikvøllinum, og ígjár spældi FH javnleik 1-1 ímóti Víkingi úr Gøtu og Leirvík. 

 

Hóskvøldið 14. september spælir FH útidyst ímóti Víkingi Reykjavík, og sunnudagin 24. september spælir FH útidyst ímóti Víkingi Ólafsfirði í dystum í pepsideildini.

 

Men langt áðrenn tað spælir FH útidyst ímóti triðja Víkinga-liðnum teir hava møtt í ár, Víkingi úr Gøtu og Leirvík. Tað verður á Tórsvølli komandi týskvøld klokkan 19. Og íslendskir miðlar spyrja spurningin um FH kemur burturúr "Víkinga-jinxinum" tá? Spennandi svarið hongur í luftini fimm dagar aftrat.