FF skal hava nýggja stjórn

Í fjør var felags­for­mans­val í Føroya Fiski­­manna­felag, og árið fyri var sókn­ar­for­mansval. Í ár er aftur val í felagnum, og hesa­ferð er tað sýslu­formansval

At sýsluformans­val verður, merkir, at nevnd­arlimir skulu veljast í stjórn­ina í felagnum, sum saman við felags­for­mann­i­num mynda leiðslu fel­­agsins.
Tað eru seks sýslu­for­menn, sum skulu velj­ast, og freistin at stilla upp til valið er 4. desember klokkan 16.
Fiskimannafelagið verður stýrt av eini fel­agsstjórn, sum hevur sjey limir, seks sýsluformenn og felagsformaðurin.
Ein sýsluformaður verð­­ur valdur fyri hvørja sýslu, og tveir til­taks­menn verða vald­ir fyri hvønn sýslu­for­mann.
Felagsstjórnin, sum soleiðis er sýslu­for­menn­­inir saman við fel­­ags­for­mann­i­num, vel­ur síná­millum næst­for­mannin í Fiski­mannafelagnum.
Eins og undanfarin ár, heldur Føroya Fiski­manna­felag aftur í ár lands­fund millum jól og nýggjár, tá flestu fiski­menn eru heima.