Feysbukkan

Umafturafturum við Høgna Djurhuus

Demokratiið er flutt. Tað býr nú í feysbukk, á einum sosialum netverki, tey rópa. Har sum øll fáa alt at vita um øll. Og har trívist tað, demokratiið, sjálvandi væl, sera væl. Tí fólkið er á feysbukk. Har eru øll vinir. Har er opinleiki og gjøgnumskygni, burðardygd, veit eg ikki. Har ber til at siga sína hugsan hart. Skriva og hugsa aftaná, tey, sum hugsa yvirhøvur. Har ber til at fáa tíðindi, áðrenn nakar fjølmiðil hevur tey. Har ber til at frætta deyðsboð, áðrenn tey eru almenn. Har ber til at mótmæla, en gros, í teyggjum, í bólkum.

Er tað nakað, føroyingar duga, so er tað at mótmæla, millum annað øllum sparingum.

Tað er neyðugt at spara, siga politikararnir, sum halda seg hava skil fyri pengum. Jú, men, so spara vit....nei tit spara. Øll siga, at hini skulu spara. Og so ber ikki til at spara. Pensjónistar, sum vassa í pengum, skulu ikki spara, ella gjalda húsaleigu sum øll onnur, ti børnini skulu arva. Politikarar uttan rygg tora ikki at hækka arvaskattin.

Mótmæli á feysbukk, fleiri túsund skriva undir, ella hvussu mann ger á feysbukk.

Og tá føroyskir politikarar hava sama rygg sum hasir hummararnir, sum vórðu etnir livandi, er lætt at mótmæla við úrsliti.

Eg eri ikki á feysbukk, og eg ætli mær heldur ikki á feysbukk. Gangi heldur ikki á val, so mær tað sama, hvar fólkaræðið er.

Annars eru fleiri enn tey, sum ganga ella koyra ella verða koyrd á val, á feysbukk. So har er tað rætta fólkaræðið. Har hoyrir demokratiið heima. Og mótmælini móti teimum, sum fólk annars hava valt at umboða demokrattiið.

Havi ongantíð skilt og fari ongantíð at skilja, hví øll eru misnøgd í einum fólkaræði. Tá fólkið ræður, hví er fólkið so kroniskt misnøgt?

Soleiðis er tað bara. Fólk eru misnøgd við alt, fólk mótmæla og mótmæla. Tað liggur væl fyri, tí fjølmiðlarnir spæla við alt fyri eitt, uttan at kanna, hvat er aftan fyri tað, sum verður mótmælt. Uttan at kanna, um støðan veruliga er so ræðulig. Mótmæli eru frálíkt undirhald. Og føroyskir fjølmiðlar raðfesta undirhaldið fremst. Teir eru altíð klárir, tá mótmæli eru í luftini.

Í somu løtu, eg hoyrdi um koyritekniska breyt í Saksunardali, segði eg við tey, sum ikki tímdu at lurta, at nú koma mótmæli. Og rætt var tað.

Men sama, hvar hendan hálkubreytin skal gerast, verður mótmælt. Tá undantikið er alt ruskið, sum liggur og sløðist í náttúruni, eru føroyingar so óalmindiliga góðir við náttúruna, at allur framburður í landinum verður forðaður og seinkaður í nógv ár.

Hví skulu vit hava eina hálkubreyt? Minnist, so leingi eg livi, fyrrverandi stjóran á Bileftirlitinum, sum altíð ringdi, tá eg hevði skrivað ella sagt, at sambært politinum var orsøkin til ferðsluóhappið hálka.

Nei og nei, segði stjórin á Bileftirlitinum, orsøkin var ikki hálka. Orsøkin til óhappið var, at tann, sum koyrdi bilin, koyrdi ikki eftir umstøðunum. Umstøðurnar vóru hálka. Hesum mótmæli eg ikki. Men framvegis er hálka orsøkin til nógv óhapp í ferðsluni, sambært politinum og fjølmiðlunum.

Helst er ein feysbukkbólkur, sum eitur “vit mótmæla hálku!”

Veit tað ikki, men uttan iva er eisini ein bólkur á feysbukk, sum mótmælir prestum, sum ikki vilja gifta skild fólk uppaftur.

Alla virðing fyri teimum, hesum prestunum. Tá fólk eru so skítbýtt at gifta seg einaferð, so er tað pínadoyð og gudsdoy fyri neyðini, at onkur roynir at forða teimum í at endurtaka dáragerðina.

Eg mótmæli prestum, sum gifta fólk. Tað geri eg einsamallur, tí eg siti ikki á feysbukkuni og fari ikki á hana. Har sita onnur og tøma seg hvønn dag.

Og eg tími ikki at ganga í handlar og bensinsølur við pappíri at skriva undir á, sum tey gjørdu fyrr, áðrenn feysbukk kom..