Tey við serligum eginleikum eru ikki øðrvísi. Felagsskapurin er øðrvísi, um felagsskapurin ikki rúmar hesum, so er tað felagsskapinum tað er galið við og ikki teimum við serligum eginleikum.
Halda vit á at lítilsgera tey við serligum eginleikum, so verður eingin sosial menning til tað einstaka barnið við serligum eginleikum, tí barnið mennist i felagsskapinum. Tað merkir at vit fáa eitt smalt einssporað samfelag og ein felagsskap við lítlari og ongari rúmd. Tað merkir eisini at vit mugu brúka enn meira orku upp á serøkið, so vit missa meira fyri minni.?
Arbeiði við børnum við serligum eginleikum skal gerast málrættað og við stórari orku líka frá barnsbeini av. So spara vit samfelagnum í síðsta enda, geva flest møguligum lívsdygd og samfelagnum góðar borgarar.
Tí skulu vit raðfesta serligar eginleikar á jøvnum føti í felagsskapinum. Hetta tí at tað er umráðandi fyri samfelagið, at børn læra at rúma hvørjum øðrum, eisini teimum við serligum eginleikum.
Vit tosa um ein rúmligari arbeiðsmarknað. Hvussu kunnu vit vænta, at tað er rúmligt á arbeiðsmarknaðinum, um ikki rúmligt er í barnagørðum, skúlum og samfelagnum annars.
Øll geva sítt til samfelagið, eisini tey við serligum eginleikum. Spyr bara tey, ið varða av hesum bólki !
Við at flyta orku frá serøkinum til normaløki, fáa vit ein gerandisdagin, ið rúmar øllum, ein mennandi gerandisdag, eisini fyri tey við serligum eginleikum.
Her hugsi eg um at leggja um stuðulsfólkaskipanina í eitt størri tvørfakligt samstarv, bæði innan barnagarð og skúlagátt. Møguliga eina nýskipan barna- og ungdómsøkið. At vit broyta serstøðuna(einkarættin) í skúlunum og fáa breiðari fakliga vitan inn um skúlagáttina og inn í barnaøki sum heild.
At avvarandi at børnum við serligar eginleikar, ikki skulu biddaragongd, hvørja ferð søkjast skal um stuðul ella hjálpitól.
At arbeiði við hesum børnum skal verða raðfest í einum langtíðar høpi, so bæði børn, avvarandi og starvsfólk betri kunnu arbeiða málrættað við langtíðarætlanum.
Barnið er ikki trupulleikin. Heldur er tað felagsskapurin, ið ikki megnar at rúma barninum. Í veruleikanum er øll annarleiðis enn hini.
Í felagsskapinum eru margfeldi og ymisleiki ein dygd og ikki ein byrða.
Finna styrkir og dygdir tíðliga á lívsleiðini, og síðan stimbra hesar.
Geva rúm fyri at vera og hugsa øðrvísi.
Viðurkenna ymisleiki og fjølbroytni sum styrkir í einum og hvørjum samfelag.
Fólkaskúlin skal vera annað og meira enn bert fyrireiking til miðnámsskúlar.
At fevna og ikki útihýsa.
Tað er ikki tann við serligu eginleikunum, sum er øðrvísi, men felagsskapurin er øðrvísi.
Eitt barn hevur serligar eginleikar og ikki serligan tørv.
Tað er ikki barni, sum hevur ein trupulleika, men felagsskapurin sum vantar rúmd.