Í morgin verður bátafestivalur á Toftum. Tiltakið, sum er fyrsta vikuskifti í mai, varð fyrstu ferð hildið í 2005. Siglt verður úr Skálafirði og út á Toftir.
Onkuntíð hava fleiri enn 80 bátar verið við í fylginum, og tað eru altíð nakrir bátar við, sum ikki leggja at á Toftum, men sigla aftur, haðani teir komu.
Soleiðis er eisini vanligt, at tað legst til við bátum frá tí, at byrjað verður at sigla inni í Skálafirði, til bátafylgið kemur út um Saltnesgrynnuna og nærkast Oyrahavnini á Toftum.
Fyrireikararnir av bátafestivalinum siga, at áhugin fyri tiltakið í ár er stórur, og alt bendir á, at her verða nógvir bátar og nógvir kampingvognar á havnalagnum.
Bátafestivalurin er eitt hugnaligt tiltak - og eisini eitt familjutiltak, sum savnar nógv fólk. Her er nakað til øll, bæði av undirhaldi, sølu av pylsum og búffum, tónleiki og dansi.
Vitjað verður umborð á bátum og í kampingvognum, sum hava fingið sær legu á Toftum, og vitjað verður á tiltøkum, sum verða fyriskipað á havnalagnum.
##med2##
Bátafelagið hevur saman við Steingrund Akustik, sum er samstarvspartur hjá felagnum, tá festivalur er, gjørt íløgu í eitt spildurnýtt dansigólv.
Gólvið verður fyrstu ferð brúkt til festivalin á Toftum hesaferð. Áður lógu plattar um alt gólvið og síðan plátur omaná.
Tað var eitt stórt arbeiði at skrúva alt saman og fáa alt at liggja væl. Nýggja gólvið verður klikt saman og verður nógv skjótari og ómakaleysari at leggja.
Í tjaldinum verður eisini nógv gjørt burtur úr, at ljóðið til tónleikaframførslur og dans er gott og behagiligt.
Her hevur Bátafelagið fyri nøkrum árum síðan keypt nakrar toydúkar at hanga upp, og hesir gera, at ljóðið í tjaldinum er nógv betur, enn tað annars hevði verið.
Hallur Joensen Band spælir aftur í ár til stóra dansin, sum verður um náttina, og mett verður, at talið av fólki, sum var til dansin á Bátafestivalinum seinast, var millum 600 og 800.