Tað var sjálvandi ikki serliga stuttligt at vera Sir Alex Ferguson í gjárkvøldið, eftir at Manchester United hevði tapt Champions League-finaluna ímóti FC Barcelona, og tað gav eisini at býta á tíðindafundinum eftir dystin, tá ein av reportarunum spurdi ein spurning, Ferguson ikki hevði hug at svara.
Spurningurin var, um hann framvegis hevði neistan í sær og orkaði at koma aftur sum vinnari eftir hetta tapið, og áðrenn svarið kom, gjørdust eyguni hjá Manchester United-venjaranum kolasvørt og næstan drepandi: – Eg svari ikki einum so skítbýttum spurningi. Jesus Christ!
Hesin neyðars reportarin royndi at bera í bøtuflaka fyri tendringina, hann hevði elvt til, og stamaði burtur úr sær, at spurningurin ikki var so illa meintur. Men tað fekk ikki Ferguson at gerast í betri hýri.
– Hatta var negativt, og eg svari slett ikki so býttum spurningum, endurtók Manchester United-venjarin.
Einki nummar 45
Kortini svaraði karismatiski skotin øðrum spurningum, og eitt nú viðurkendi hann, at Manchester United hevði góðar møguleikar í dystinum – í 10 minuttir. Men so kom málið hjá Eto’o sum ein mønustingur. – Tá teir hava fingið eitt mál, kunnu teir spæla bóltin ímillum sín alla náttina, suffaði venjarin.
Tann stóra Champions League-finalan á Stadio Olimpico í Rom kundi gjørst ein rundur dagur hjá Sir Alex Ferguson, um hann hevði vunnið, tí frammanundan hevur hann sum venjari vunnið 44 meistaraheiti av ymsum slagi, so hetta hevði blivið nummar 45. Men hesa ferð eydnaðist honum ikki at fara avstað við »steypinum við teimum stóru oyrunum« – og tað av røttum:
– Vit hava nakrar hálvar kjansir í seinna hálvleiki og áttu kanska at gjørt tað betri. Men skal eg siga sum er, so taptu vit fyri einum betri liði. Vit vóru kanska ikki so uppsettir og klárir, sum vit onkuntíð hava verið tað, men eftir fyrsta málið hjá teimum gjørdist tað øgiliga torført hjá okkum, segði hann.
– Nú eru vit sjálvandi bæði skuffaðir og keddir, men tað besta við ítróttinum er, at eisini í mótgongdini kann tað ganga framá. Og vit eru framvegis eitt gott lið, sum kann hava framgongd.