Festi í av sær sjálvum

Sunnumorgunin var eldur í einum bili á Tvøroyri. Løgreglan kannar málið, og higartil bendur alt á at talan ikki er um kriminalitet

Sunnumorgunin fekk løgreglan í Suðuroy eina fráboðan um at eldur var í einum bili á Tvøroyri.

Tað var ein hýruvognsførari, ið hevði lagt til merkis, at tað reyk inann úr einum vøruvogni, ið stóð parkeraður.

Sløkkiliðið kom á staðið og fekk sløkt, áðrenn bilurin veruliga brendi.

- Tað vísir seg at tað er ein timburmaður, ið eigur henda bilin. Roykurin kom úr einum stórum fiskakassa, ið stóð aftan í bilinum, har hann hevur havt ymiskt liggjandi í, og nógv bendir á at har er okkurt, sum hevur fest í av sær sjálvum, sigur vakthavandi á løgreglustøðini í Suðuroy.

Løgreglan metir ikki at talan er um kriminalitet, men teir kann framvegis málið til tess at fáa staðfest, hvussu eldur kom í.