Feskfiskur ov langa tíð til marknaðin

Tað tekur dagar, áðrenn feskur fiskur úr Noregi kemur fram til viðskiftafólkini í Evropu. Hetta er ikki nóg gott, halda norðmenn Meðan íslendingar senda ein stóran part av sínum feska fiski á marknaðin við flogfari sama dag, sum fiskurin verður landaður, tekur tað feskum fiski úr Noregi upp til fleiri dagar, áðrenn hann kemur til viðskiftafólkini í Evropu.

Loysnir á flutningi og betri logstikkur hevur verið evnið á ársfundi hjá NSL (Norske Sjømatbedrifters Landsforening).

Flutningskostnaður við bili er eisini øktur við 15-20% seinasta árið.

Tað tekur ov langa tíð at flyta fiskin við bili, og viðhvørt kann tað taka heilar seks dagar frá tí, at fiskurin verður veiddur, til hann er á feskfiskamarknaðunum. Hetta er soleiðis bert tveir dagar, áðrenn tíðin hjá fiskinum sum feskur fiskur rennur út.

Meiningarnar á ársfundi NSL?s vóru ymiskar um, hvussu langa tíð tað tekur at fáa fiskin út á marknaðin í Evropu.

Onkur útflytari, sum hevði orðið á fundinum, segði, at tá ið teimum gongur best, fáa tey fiskin út á marknaðin í Evropu upp á 16 tímar, men flutningurin kann eisini taka upp til tríggjar dagar.