Ferrari við motortrupulleikum

Tveir av teimum fýra Ferrari motorunum eru skiftir út áðrenn formel 1 koyringina hetta vikuskiftið. Kunnu motortrupulleikar forða Michael Schumacher í at sigra.


Formel 1
 
Hetta vikuskiftið verður annað umfar í formel 1 kappingini koyrt á Sepang breytnini í Kuala Lumpur í Malaysia. Skulu vit døma eftir fyrsta umfari, so verður talan um eina sera tætta og spennandi koyring. Men Ferrari sum fingu fyrstu byrjunarrøð seinasta vikuskiftið, koma til Malaysia við trupulleikin í tveimum av teirra fýra motorum.
 
Aftan á koyringina í Bahrain kannaði liðið motorin hjá Felipe Massa, motorurin var í so ringum standi, at avgjørt var at skifta hann út. Motorarnir í formel 1 bilunum, skulu brúkast í tvær koyringar. Revsingin fyri at skifta motor er, at bilurin verður fluttur 10 pláss aftur í byrjunarrøðini sunnudagin. Hetta merkir, at um Massa hevur skjótastu tíðina í tíðarkoyringini, verður hann fluttur aftur í 11. byrjunarstøðu. Eisini Red Bull, ið somuleiðis brúka Ferrari motorar, fekk trupulleikar, motorurin í bilinum hjá David Coulthard brendi saman stutt eftir, at skotin var farin um málstrikuna. Hesin verður tí eisini skiftur út, og Coulthard verður somuleiðis fluttur 10 støður aftur.
 
Hetta setur sjálvandi eisini spurnartekin við, hvussu motorarnir hjá liðfeløgunum hjá Massa og Coulthard hava tað. Michael Schumacher og Christian Klien vóru báðir kvikari enn liðfelagarnir í Bahrain og fingu báðir stig, teir vilja tí sjálvandi sleppa at endurtaka góðu úrslitini, og ein motortrupulleiki kundi beint fyri vónunum um hetta. Serliga Michael Schumacher, ið lá til ein sigur inntil seinna pittsteðgin í Bahrain, men vera svangur eitt einum sigri, ið kann leggja hann fremst í kappingini um heimsmeistaraheitið fyri fyrstu ferð í hálvt annað ár.