Ferrari sum stationcar

Gott pláss í viðførisrúminum er ikki tað sum Ferrari eru kendir fyri. Men nú er ein »stationcar« útgáva av Ferrari á veg við góðum plássi í viðførisrúminum.

Talan er um ein Ferrari, sum verður gjørdur hjá hálendsku designfyritøkuni Vandenbrink Design.


Útgangsstøðið er nýggi Ferrari 612 Scaglietti, sum teir hava navngivið Shooting Brake. Motorurin er ein 6,3 litra V12 við 739 hk.


Endaligi prísurin er ikki ásettur enn, men roknað verður við, at hann í Danmark kemur at kosta umleið fimm milliónir uttan avgjøld.