Formil 1
Seinastu mánaðirnar hevur dúgliga verið gitt, um hvat formil 1 lið liggur best fyri til at vinna fyrstu koyringina í formil 1 árinum. Í nátt føroyska tíð fóru undankoyringarnar til avstralsku formil 1 koyringina í gongd. Fyrra koyringin byrjaði í vátum líkindum, og her gjørdist Fernando Alonso í McLaren-Mercedes fremstur við Ferraribilinum hjá Felipe Massa í hølinum á sær. Í seinnu koyringini gekk verri hjá Alonso, ið einans megnaði 7. skjótastu tíðina. Meðan Felipe Massa og Kimi Räikkönen vóru á teimum báðum fremstu plássunum. At Felipe Massa, ið verður roknaður sum 2. koyrari hjá Ferrari byrjar væl, er sera týdningarmikið fyri unga brasiliumannin. Liðfelagin hjá Alonso, unga bretska stórtalentið Lewis Hamilton vísti, at hann skal takast í álvara á triðja plássi.
Hóast Giancarlo Fisichella megnaði at fáa fjórða pláss, so vóru tað ikki tey nógvu smílini í Renault garaguni, tí báðir Renault bilarnir steðgaðu upp á breytini við bensininnspræningstrupulleikum.
Serliga pínlig mundi náttin vera hjá japansku fabriksliðunum Toyota og Honda. Bæði liðini hava kunda lið, ið keypa motorar frá teimum, og í báðum førum settu kundaliðini fabriksliðini upp á pláss. Williams bilarnir vóru á 6. og 8. plássi í mun til Toyota á 12. og 16. plássi. Super Aguri vóru á 11. og 13. plássi í mun til Honda á 14. plássi
Úrslit fyri 2. tíðarkoyring, áðrenn avstralsku koyringina í Melbourne
ÚrslitBilførariLiðSkjótasta tíð
1Felipe MassaFerrari 1:27.353
2Kimi RäikkönenFerrari1:27.750
3Lewis HamiltonMcLaren-Mercedes1:27.829
4Giancarlo FisichellaRenault1:27.941
5Nick HeidfeldBMW1:27.970
6Alexander WurzWilliams-Toyota1:27.981
7Fernando AlonsoMcLaren-Mercedes1:28.040
8Nico RosbergWilliams-Toyota1:28.055
9Robert KubicaBMW1:28.281
10David CoulthardRed Bull-Renault1:28.495
11Anthony DavidsonSuper Aguri-Honda1:28.727
12Jarno TrulliToyota1:28.921
13Takuma SatoSuper Aguri-Honda1:29.009
14Jenson ButtonHonda1:29.066
15Rubens BarrichelloHonda1:29.542
16Ralf SchumacherToyota1:29.574
17Mark WebberRed Bull-Renault1:29.801
18Heikki KovalainenRenault1:30.097
19Scott SpeedSTR-Ferrari1:30.383
20Christijan AlbersSpyker-Ferrari1:31.108
21Adrian SutilSpyker-Ferrari1:31.175
22Vitantonio LiuzziSTR-Ferrari1:31.693