Juventus hevur nú gjørt avtalu við fyrrverandi stórspælaran hjá felagnum, Ciro Ferrara, sum skal virka sum venjari tey bæði komandi árini. Ferrara stóð á odda fyri Juventus teir báðar seinastu dystirnar í fjør, og við tveimum sigrum í hesum stóð hann í øllum førum fyrstu royndina. Ferrara spældi í Juventus frá 1994 til 2005, og var millum annað við til at finna fimm meistarheiti og Champions League.