Fríggjadagin 30. juni kl. 16-18 letur árliga framsýningin hjá felagnum Føroysk Myndlistafólk upp.
Skrá:
Kl. 16:00
- Karina Lykke Grand, savnsstjóri, bjóðar vælkomin
- Bárður Dal Christiansen, formaður í Føroysk Myndlistafólk, heldur røðu
- Knút Háberg Eysturstein spælir nøkur løg
Listasavn Føroya og Føroysk Myndlistafólk bjóða ábit.
Øll eru hjartaliga vælkomin.
Felagið Føroysk Myndlistafólk skipar fyri framsýningini. Siðvenja fyri framsýningina er, at øll kunnu senda verk inn til metingar hjá eini úrvalsnevnd. Í ár hevur felagið heitt á allar sínar limir at sýna fram, og í felag hava tey gjørt framsýningina. Á framsýningini kanst tú uppliva eitt fjølbroytt úrval av nýggjari list hjá limunum í felagnum.
Føroysk Myndlistafólk er ein felagsskapur fyri yrkismyndlistafólk í Føroyum. Endamálið hjá felagnum er at virka til frama fyri áhugamálunum hjá myndlistafólkum og geva myndlistini bestu karmarnar at mennast. Ein týðandi liður í hesum arbeiði hevur síðani 1990 verið at skipa fyri eini árligari framsýning á Listasavni Føroya.
Framsýningin er opin til og við 23. juli.