Sambært núverandi Paris Saint-Germain venjaranum, Carlo Ancelotti, so hevur hann fingið í boði at keypa Fernando Torres frá Chelsea. Italiumaðurin var venjari hjá Fernando Torres og Chelsea í fjør.
- Fleiri hundrað umboðsmenn hava ringt til mín og bjóða mær leikarar síðani eg gjørdist venjari hjá PSG. Har í millum eru nøkur av størstu nøvninum, sum akkurát hava skrivað dýrar sáttmálar aðrastaðni, sigur Carlo Ancelotti Í samrøðu við italska blaðið La Gazzetta dello Sport.
Eitt av nøvninum, sum fyrrverandi Chelsea venjarin nevnir er Fernando Torres, sum skifti til Chelsea frá Liverpool fyri einum lítlum árið síðan fyri næstan eina hálva milliard krónur.
- Vilja tit hava nøvn? Umboðsmenn hava bjóðað mær antin alment ella óalment Carlos Tevez, Fernando Torres, Dimitar Berbatov, Roman Pavlyuchenko, Edison Cavani og Fernando Llorente, sigur Carlo Ancelotti víðari.
Dailymail skrivaði fyrr í hesum kappingarárinum, at Chelsea eru sinnaðir at selja spanska heimsmeistaran fyri væl minni enn teir keyptu hann fyri.
27-ára gamli Fernando Torres hevur bara skotið fimm mál síðani hann 31.januar 2011 skifti til Chelsea. Tað gongur so illa hjá honum at raka málið, at sambært London Evening News, so hevur hann biðið um at fáa eyka skotvenjing.
Eitt íleggjarafelag úr Katar hevur keypt franska høvðusstaðarfelagið. Felagið er í eini líknandi støðu sum Chelsea og Manchester City hava verið og eru í hvat pengum viðvíkur. PSG liggur í løtuni fremst í fronsku Ligue 1.