Ein ferja sakk í nátt nærhendis oynni Zanzibar úti fyri eysturafrikonsku strondini, og sambært CNN bera myndugleikarnir ótta fyr, at vanlukkan kann hava kravt 600 mannalív. Tað er ikki greitt, hví ferjan sakk, men eygnavitni hava greitt frá, at alt ov nógv fóru við ferjuni.
Ferjan, sum æt Spice Island, sigldi millum oyggjarnar Unguja og Pemba. Hon fór úr Unguja klokkan átta í gjárkvøldið og skuldi koma til Pemba fýra tímar seinni, men sakk á vegnum. Myndugleikarnir í Zanzibar siga, at higartil eru umleið 260 fólk bjargað, men umleið 600 eru ikki komin afturíaftur.
Zanzibar er væl umtókt ferðamál, og danska uttanríkisráðið er í ferð við at kanna, um nakar danskur ríkisborgari mundi vera við ferjuni.










