Ferjulegan verður neyvan gjørd aftur

Kommunan vil ikki verða við til at gjalda – og Landsverk hevur ikki áhugað í henni leingi afturat

Ferjulegan í Skopun er illa farin. Eitt nú eru bæði grótkastini illa farin av brimi og nógv av grótinum er endað í sjálvari innsiglingini. Sámal Hanni Lognberg, sum hevur havt sæti á Løgtingi fyri sambandsflokkin í nakrar dagar, sum varamaður fyri Johan Dahl, hevur spurt Una Rasmussen, landsstýrismann, hvat ætlanin er at gera við skaðarnar.

 

Hann sigur, at Landið eigur grótkastið og spurningurin er, um landsstýrismaðurin ætlar sær at handa Skopunar kommunu grótkastið í tí standi, tað er í dag, tá ið undirsjóvartunnilin verður tikin í brúk, og Teistin gevst at sigla.

 

Men tað er rættiliga ivingarsamt um nakað verður gjørt yvirhøvur. Uni Rasmussen sigur, at Landið eigur og rekur sjálva ferjuleguna í Skopun, men kortini hevur landskassin rindað havnagjøld til Skopunar kommunu. Annars er Skopunar Havn ein kommunal havn og tað umfatar eisini grótkastini. Kortini hevur Landið fíggjað meginpartin av øllum umbyggingum og útbyggingum av Skopunar havn.

 

Landsverk kannaði skarðið á tí syðra grótkastinum og arbeiðið at gera tað aftur er mett  at kosta umleið eina millión. Landsverki setti seg í samband við Skopunar Kommunu, um at gjalda helvtina av kostnaðinum, tí Landsverk hevði ikki játtan til at fíggja alt arbeiðið av tí vanligu játtanini til havnir. Men Skopunar kommuna vildi ikki verða við at gjalda fyri og tí varð arbeiðið ikki gjørt í fjør.

 

Landsverk hevur stórt grót á goymslu á keiøkinum í Skopun. Tað er grót, sum er tikið upp á land tá ið innsiglingin varð ruddað. Tað er vert at kanna hvussu tað kann brúkast til grótkastið. Men Landsverk staðfestir, at eingin peningur er játtaður til at umvæla grótkastið í ár.

 

Tað sama er galdandi fyri tað ytra grótkastið. Tað grótkastið varð ongantíð gjørt heilt liðugt og tí er grót riðið inn í innsiglingina av og á, soleiðis at hon ikki hevur verið nóg djúp. Landsverk hevur eftirlitið við hesum og ger javnan uppmátingar í innsiglingin fyri at tryggja at dýpið er í nøktandi til at Teistan trygt kann sigla inn í havnina.

 

Innsiglingin til Skopunar havn er ruddað fyri grót nakrar ferðir, seinast í 2020. Innsiglingin varð eftirkannað seint í 2021, og tað er staðfest, at dýpið í lagi til at strandfaraskipið kann sigla.

 

Uni Rasmussen sigur, at eingin játtan er til at gera grótkastið aftur, ella til at taka grót upp á Pollinum.

 

– Áhugamálini hjá landinum eru fyrst og fremst at tryggja eitt gott ferðasamband til Sandoynna og at Skopunar Havn kann vera samferðsluhavn - til tað er koyrandi ígjøgnum undirsjóvartunnilin, eina ferð seinta næsta ár, sigur Uni Rasmussen.