Yvirmenninir á brúnni á "Roslagen" dugdu ikki at síggja nakað á sjónum, men á radaranum sóu teir eitt ella annað, ið var til støddar sum eitt tangaskip. Brádliga komu tveir kavbátar undan, skrivar blaðið Ålandstidningen.
Sambært blaðnum vóru teir báðir kavbátarnir bara nakrar fáar hundrað metrar frá ferjuni. Finska sjóverjan hevur staðfest, at kavbátarnir vóru hvørki finskir ella svenskir, men meiri veit hon ikki um teir.
Tað var stutt fyri klokkan sjey um kvøldið skírisdag, at yvirmenninir umborð á "Roslagen" varnaðust kavbátarnar á radaranum. Ferjan var tá stødd vestan fyri Signilskær í Álandshavinum. Skiparin, Johan Bertell, sigur við Ålandstidningen, at hann gjørdi av at taka frá og at snara skipinum, tá teir vóru minni enn ein fjórðing frá teimum báðum kavbátunum. Trygdarovastin hjá reiðarínum heldur, at ferjan var bara einar 300 metrar frá kavbátunum, áðrenn hon snaraði frá teimum.
Teir báðir kavbátarnir kavaðu stutt eftir. Finska sjóverjan sigur, at tilburðurin er sera álvarssamur. Hon heldur, at kavbátarnir kanska vóru russiskir, men enn hava finsku myndugleikarnir ikki spurt seg fyri í Moskva.