Ferja fekk siglingarforboð

Ein ferja, sum skuldi loysa av á leiðini millum Langesund, Strømstad og Hirtshals, slapp ikki at sigla, tá eftirlitisfólk høvdu verið og kannað skipið Ferjan Fantaasia, sum eitt felag í Estlandi eigur, skuldi sigla á hesi leiðini fyri norska felagið, Nye Kystlink.

Svensku eftirlitisfólkini, sum kannaðu skipið, funnu heili 18 brek, harav 12 av hesum vóru so álvarsom, at hvørt einasta eitt var nóg mikið til at geva ferjuni siglingarforboð.

Fýra av brekunum, sum eftirlitisfólkini komu fram á, vóru 1) at bjargingarbátarnir kundu ikki sjósetast, 2) at hátalaraskipanin virkaði ikki, 3) at ein handil varð bygdur beint frammanfyri eina neyðútgongd og 4) at hurðarnar til vatntøttu skottini vóru ikki stongdar.

- Hetta er tað ringasta, eg havi sæð. Flestu brekini mugu hava verið har, tá myndugleikarnir í Estlandi í juni í ár góðkendu skipið, sigur svenski eftirlitismaðurin, Håkan Agård.