Øll vórðu bjargað, tá ein ferja fór á land á ensku vesturstrondini Sky News sigur, at 23 fólk vóru umborð á ferjuni, tá óhappið hendi fyrrakvøldið, men tað eydnaðist at bjarga øllum. Bara fýra av teimum 23 vóru ferðafólk.
Manningin hevur greitt frá, at skipið fekk ein ovurstóran sjógv, og at tað fekk slagsíðu og rak inn á land. Tað var illveður við nógvum vindi, men kortini eydnaðist tað tyrlum at taka fólkið av skipinum.
Bjargingartænastan ætlar at toga skipið avaftur, so skjótt veðrið loyvir tí.