Ferian hjá Pochettino bleiv oyðiløgd

Tað nívdi venjaran hjá Tottenham nógv, at felagið fyri 21. ár á rað endaði aftanfyri Arsenal

Síðani Arsenal flutti úr sunnara partinum av London norður í norðara partin í 1913 hevur ein sterkur fíggindaskapur verið ímillum Tottenham og Arsenal - serliga tí, at fyrrverandi heimavøllurin hjá Arsenal, Highbury, varð bygdur bert 700 metrar frá táverandi og núverandi heimavøllinum hjá Tottenham, White Hart Lane.

 

Arsenal er størra felagið í norðara partinum av London, og hevur felagið vunnið enska meistaraheitið 13 ferðir, meðan Tottenham hevur vunnið tað tvær ferðir. 

 

Ikki síðani í 1995 hevur tað eydnast Tottenham at enda frammanfyri Arsenal í Premier League, men í ár tyktist at verða árið, har Spurs endiliga fór at fáa yvirlutan ímóti Arsenal. Undan seinasta leikumfari var Tottenham tvey stig frammanfyri Arsenal. Seinasti dysturin hjá Tottenham var ímóti Newcastle á útivølli, sum longu var flutt niður í næstbestu deildina undan seinasta umfari. Samstundis skuldi Arsenal spæla á heimavølli ímóti Aston Villa, ið somuleiðis longu var flutt niður undan seinasta leikumfari.

 

Tottenham blakaði tó alt fyri borð í seinasta umfari, tí at Newcastle vann dystin heili 5-1. Samstundis vann Arsenal 4-0 ímóti Aston Villa, og sostatt endaði Arsenal eitt stig framman fyri Tottenham. Og fyri 21. ár á rað hava Arsenal-fjepparar rættin at speireka fjepparar hjá Tottenham.

 

Í samrøðu við The Sun viðurkennir venjarin hjá Tottenham, Mauricio Pochettino, at ferian hjá honum bleiv mest sum oyðiløgd orsakað av lemjandi avsmurninginum ímóti Newcastle.

 

- Kenslan aftan á dystin ímóti Newcastle var ræðulig. Eftir nakrar mánaðir klárar man at gloyma eitt slíkt tap, men hasin dysturin gjørdi, at eg var í ringum lagi alla summarferiuna. Álvara, ferian varð oyðiløgd, sigur Mauricio Pochettino í samrøðu við The Sun.

 

- Eg fór til Barcelona og Bahamas við familjuni, men hýrurin á mær var alla tíðina ringur, sigur Pochettino.

 

Tottenham fær ein nýggjan møguleika at gera eina roynd at enda frammanfyri Arsenal, tá ið nýggja kappingarárið í Premier League byrjar leygardagin 13. august. Tá spælir Tottenham á útivølli ímóti Everton.