Venjarin hjá Manchester United, Sir Alex Ferguson, váttar nú alment, at hann er áhugaður í fleiri av spælarunum, sum italska felagið Juventus kann verða noytt at selja orska av niðurflytingini til næstbestu deildina.
- Vit hava fylgt støðuni og bíða, til vit vistu, hvat hetta fór at enda við. Nú fara vit kanska at bjóða upp á ein ella tveir spælarar, sigur Alex Ferguson við BBC.
Sambært rásini er United-venjarin áhugaður í Buffon, Zambrotta, Cannavaro, Thuram, Emerson og Vieira.Fleiri av teimum kunnu verða seldir fyri lítið lætt, um teir verða seldir til eitt felag uttanfyri Italia










