So er tað vorðið alment. Sir Alex Ferguson gevst sum venjari í Manchester United. Tíðindini fingu bein at ganga á í gjár, og í morgun skrivar felagið á heimasíðuni, at venjarin 27 tey seinastu árini nú gevst sum venjari í felagnum.
Tað verður stór avbjóðing at seta seg í stólin, sum Ferguson hevur sitið í. Hann hevur vunnið meistaraheitið trettan ferðir, og tvær ferðir hevur felagið vunnið europeisku meistarakappingina undir hansara leiðslu. Haraftrat hevur 71 ára gamli skotin saman við Manchester United vunnið stóru steypakappingina, FA Cup, fimm ferðir og lítlu steypakappingina, Liga Cup, fýra ferðir.
Sambært tíðindum frá Manchester United er ætlanin, at Ferguson framvegis skal hava ein leiklut á Old Trafford, har hann verður okkurt slag av stjóra.
Sunnudagin fáa heimaáskoðararnir á Old Trafford høvi at fegnast um meistaraheitið, tá ið Michael Laudrup og Swansea koma at vitja, og tá fer ivaleyst nógv at verða gjørt burturúr, tá ið livandi legendan í felagnum fyri síðstu ferð fer at standa á odda fyri liðnum á heimavølli.
Miðlarnir hava leingi gitt um, hvør fer at avloysa Ferguson. Bretskir miðlar siga, at Ferguson fer at hava ein fingur við í spælinum, tá ið tað verður gjørt av, hvør skal loysa hann av. Millum favorittarnar verður Everton venjarin David Moyes nevndur. Hann hevur megnað at lyft Everton fram ímillum tey, sum kappast um ensku plássini í europeisku kappingunum, hóast hann so langt í frá hevur so nógvar pengar at arbeiða við og harvið møguleika at vera við í kappingini um bestu spælararnar, sum eitt nú venjararnir í Manchester United og Manchester City. Moyes er - sum Ferguson er tað - skoti, og Ferguson hevur aftur og aftur sagt, at hann virðismetir Moyes sum persón og venjara.
Millum mongu nøvnini, sum hava verið nevnd, eru eitt nú Jose Murinho, Jupp Heynckes, fyrrverandi Manchester United spælararnir Ole Gunnar Solskjær og Eric Cantona og Ryan Giggs, sum framvegis er í felagnum.
-Eg seti stóran prís á, at tað hevur unst mær at vera venjari í hesum felagnum í so mong ár. Fyri meg hevur tað havt stóran týdning, at felagið var væl fyri, tá ið eg legði frá mær. Tað haldi eg, at Manchester United er nú. Leiðslan er góð, umstøðurnar at venja eru framúr, Old Trafford er fantastiskt, og liðið er samansett av ungum og eldri og meiri royndum spælarum, sum hava góðar møguleikar at vinna stórar sigrar til felagið næstu árini, sigur Alex Ferguson í morgun.
Fótbóltsviðmerkjarar kring allan knøttin skatta Sir Alex Ferguson sum ein tann besta venjaran nakrantíð. Millum dygdirnar verður víst á, at hann alla tíðina hevur verið eyðmjúkur í uppgávuni, at hann ongantíð misti hunurin eftir at vinna, at hann hevur dugað so ógvuliga væl at halda spælarunum til, at hann hevur dugað so væl at skifta millum spælararnar, og at hann hevur havt so framúr tev fyri at keypa nýggjar spælarar.