Ferðslutrygdin um Haraldsund á tingi í dag

Í dag fer Løgtingið at umrøða ferðslutrygdina á byrgingini um Haraldssund.

 

Tað verður, tá Henrik Old, landsstýrismaður í samferðslumálum fer at svara spurningi frá Jógvani Skorheim, løgtingsmanni og borgarstjóra í Klaksvíkar kommun.

 

Jógvan Skorheim vil hava lansstýrismannin at greiða frá, hví einki er gjørt fyri at bøta um ferðslutrygdina um Haraldssund, og hvørjar ítøkiligar ætlanir landsstýrismaðurin hevur um at dagføra og byrja liðugtgerð av byrgingini um Haraldssund?

 

Jógvan Skorheim greiðir frá, at tá byrgingin um Haraldssund var tikin í nýtslu í 1986, hevði tað við sær, at landfast bleiv millum Kunoynna og Borðoynna, sum seinni skuldi dagførast.

 

– Men har er at kalla einki gjørt í 31 ár, og tryggleikin at ferðast eftir byrgingini á flóð og hørðum høgættarstormi á vetrartíð er als ikki nøktandi. Tað er ikki so sjáldan, at fólk halda seg aftur, ella mugu passa sær løtur at fara um byrgingina í ringum líkindum.

 

Hann sigur, at tað kann vera sera skjótt, at onkur steinur, reki ella t.d. fiskakassar koma sleingjandi upp um byrgingina og verða til stóran ampa, hetta hóast fólk frá Landsverki eru skjót at rudda, tá soleiðis er. Farleiðin er ikki nóg trygg hjá teimum, sum dagliga ferðast um byrgingina.

 

– Ynski er í fyrsta lagi, at farleiðin verður dagførd soleiðis, at fólk ikki seta lív og heilsu í váða við at koyra eftir byrgingini í ringum líkindum. Ynski er stutt og greitt eina tryggari farleið enn hana, sum er í dag.

 

Tingmaðurin vísir á, at vit í dag kunnu staðfesta, at stór virðir, ið samfelagið hevur fíggjað, forfarast.

 

– Verður einki gjørt má roknast við stórum enduríløgum at endurreisa byrgingina, sum nú 31 ár eftir, at hon var tikin í nýtslu, ikki er dagførd, og tí er til stóran ampa fyri fólk á t.d. vetrardegi. Tað almenna hevur ábyrgdina av byrgingini, og at ferðslan kann fara fram á nøktandi hátt fyri samfelagið.

 

Hann sigur, at tá talan er um menniskjalív er neyðugt, at almenni myndugleikin, sum eigur ábyrgdina, eigur at taka hetta í álvara og ikki bara letur standa til.

 

– Tað snýr seg um ferðslutrygd, sum eigur at setast í fremstu røð, og sum almenni myndugleikin eigur ábyrgdina av.

 

Tingfundurin í dag byrjar klokkan 10. Skráin fyri tingfundin er hendan:

 

1. Landsstýrismaðurin í almannamálum, Eyðgunn Samuelsen, leggur fram tingmál nr. F-4/2016 Frágreiðing sbrt. § 51, stk. 4 í Tingskipanini um tænastur til fólk, ið bera brek

 

2. Atkvøðugreiðsla nr. 22/2016: Endurtøka av koyrikorti

 

3. 2. viðgerð: Løgtingsmál nr. 105/2016: Uppskot til løgtingslóg um talgildar rokningar

 

4. 2. viðgerð: Løgtingsmál nr. 109/2016: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um førleikameting (Aldursmark, starvsroyndir og kærur)

 

5. Svar nr. 21/2016: Ferðslutrygd og liðugtgerð av byrgingini um Haraldssund

 

6. Framløga