Ferðsluóhapp í Havn

Nógv fólk í býnum í nátt, men alt spældi væl av

 

Um middagsleitið í gjár var eitt ferðsluóhapp í Gundadali, har Gundadalsvegur kemur út í R. C. Effersøesgøtu. Talan var um eitt sokallað víkiskylduóhapp. Ein bilur, sum kom av Gundadalsveginum, helt ikki víkiskylduna og koyrdi út fyri ein, sum kom koyrandi eftir R. C. Effersøesgøtu. Vaktleiðarin sigur, at eingin persónskaði var, men at bilanir fingu skaða.

Nógv fólk var annars í býnum í nátt. Og løgreglan var væl mannað til staðar í býnum og helt eyga við fólki, men har spældi alt væl av, sigur vaktleiðarin á politistøðini í Havn.