Fyri løtu síðani hendi eitt ferðsluóhapp á Norðara Ringvegi.
Ein bussur kom koyrandi eystur eftir og steðgaði við busssteðgiplássið uttan fyri Norðurlandahúsið. Nakað av ferðslu var hesa løtuna, men bilurin beint aftan fyri megnaði at bremsa. Tað gjørdi tíverri ikki annar bilurin, sum rendi upp í bilin framman fyri og síðani skumpaði hann upp í bussin.
Hvørgin av persónbilunum kundi koyra víðari og vóru tí fraktaðir á verkstað. Eingin persónskaði hendi í óhappinum. Fleiri fólk vóru í bussinum og í persónbilunum.