Ferðsluóhapp á Kambsdali

Fólkaskaði var tó ongin, sigur løgreglan.

Onkur varnaðist blá blunk í Havnini fyrr í kvøld, men vakthavandi á løgreglustøðini í Havn sigur, at alt er rættiliga friðarligt, og at í Havnini er onki at frætta.

 

-So møguliga hevur løgreglan steðgað onkrum bili, ella okkurt tílíkt. Tað er í øllum førum onki stórvegis, frættist av løgreglustøðini.

 

-Men á Kambsdali hevur eitt ferðsluóhapp verið fyri løtu síðani. Men tó gingu persónarnir sjálvir av staðnum, so hetta var ikki álvarsamt, upplýsir løgreglan, sum altso higartil í kvøld hevur havt eitt friðarligtkvøld.