Ferðsluóhapp á Hvítanesvegnum

- Her koyra nógvir bilar, og vaktleiðarin sigur, at løgreglan er á staðnum og skipar ferðsluna.

Nú fyrrapartin hevur eitt ferðsluóhapp verið á Hvítanesvegnum.

 

Sum skilst, hava tveir bilar rent saman á leiðini við parkeringsplássið niðan av, har Skógrøkt Landsins heldur til.

 

Her koyra nógvir bilar, og vaktleiðarin sigur, at løgreglan er á staðnum og skipar ferðsluna.

 

- Í løtuni vita vit ikki rættiliga, hvussu umfatand ferðsluóhappið er, er men sjúkrabilurin er sendur á staðið.

 

Vaktleiðarin sigur, at tá ferðsluóhapp eru, er vanligt at binda um heilan fingur og senda sjúkrabil á staðið.