Soleiðis hevur norska eftirlitið nýliga verið í Bergen og kannað bilar við ferðafólki, sum vóru á veg heimaftur úr Noregi við Fjordlines-ferjusambandinum millum Bergen og Hirtshals.
Í døgunum 22.-24. juni kannaði eftirlitið soleiðis 30 akfør, meginparturin týskir frítíðarfiskarar.
- Fýra fólk í tveimum akførum høvdu við sær 11,9 og 21,3 kilo av fiski - uttan at hava fiskað hjá góðkendum ferðavinnuveitara í Noregi.
Eftirlitið sigur, at tey løgdu hald á fongin, og málini eru meldað til løgregluna, har tey kunnu rokna við at fáa eina bót aftrat mistu veiðini.
Vesturlandið er eftirspurt millum frítíðarfiskarar, men tað er bert loyvt at taka fisk við sær úr Noregi, um ferðafólk kunnu skjalprógva, at tey hava fiskað hjá góðkendum ferðavinnuveitara.
Hjá eftirlitinum siga tey annars, at tey flestu, sum ferðast til Noregs at fiska, eru greið yvir reglurnar, sum eru galdandi.
Fiskivinnuumsitingin í Noregi sigur í tíðindaskrivi, at um hesi viðurskifti eru í lagi, kunnu ferðafólk taka 18 kilo av fiski ella fiskavørum heim við sær - og hetta kunnu tey gera í mesta lagi tvær ferðir um árið.
Tað er heimasíðan - www.kystmagasinet.fo - sum ber hesi tíðindi.











