Ferðafólk eisini vælkomin til fitness 

Tað verða fimm ár í heyst, síðan Fitnesshøllin Sandoy læt upp, og henda tíðin hevur víst, at tørvur er á einari venjingarmiðstøð í Sandoynni.

 

Tað eru hjúnini, Randi og Sigurd Hentze, sum eiga og reka venjingarmiðstøðina í Sandoynni, sum hevur hølir í Skopun.

- Jú, mær dámar hetta framvegis væl, og vit hava ongar ætlanir um at gevast. Vit hava ein javnan streym av fólki í øllum aldri, og undirtøkan er á leið hin sama, sum tá vit byrjaðu. 

Tað sigur Randi Hentze, sum heldur, at mynstrið er eitt sindur broytt hesi árini.

Nú eru tað fleiri ung í aldrinum 14-16 ár, sum venja, men tað eru eisini íðkarar, sum eru farnir um tey sjeyti. 

- Okkum dámar væl at venja sjálvi og sama er við børnunum, sum eisini brúka miðstøðina, sigur hon.

Tað eru nógv, sum venja í løtuni, tó at várið er komið, og summarið stundar til.

- Summi venja meira um veturin, men mær dámar persónliga væl at venja inni um summarið eisini, tí her eru so nógvir ymiskir venjingarmøguleikar.

Hesi sløku fimm árini hava víst, at tørvur er á einari venjingarmiðstøð í Sandoynni.

- Hølini eru vorðin størri síðan byrjan, og maskinur og amboð eru komin aftrat, eins og vit eisini í framtíðini fara at dagføra nøkur venjingaramboð.

Randi Hentze sigur, at sjálvsagt ynskja tey, at so mong sum gjørligt vilja brúka venjingarmøguleikan í Skopun. 

- Vit vilja eisini halda prísin á einum góðum støði, soleiðis at øll kunnu venja, og príslegan er ikki broytt síðan byrjan. Møguleiki er at tekna fleiri ymisk hald, sum kunnað verður um á okkara Facebook-síðu, Fitnesshøllin Sandoy. 

Samstundis, sum tey bjóða ymisk sløg av haldum, hava tey eisini valt at gera tilboðini einføld.

- Vit hava eina sjálvvirkandi lásaskipan og øll, sum tekna hald, fáa eitt kip, sum er lykilin til úthurðina. Síðan gera fólk sjálvi av, nær og hvussu ofta tey venja millum klokkan 05 á morgni og 23 á kvøldi. 

Í fitnesshøllini er eisini brúsa, har fólk kunnu fáa sær eitt brúsabað, sum er við haldinum.

Ferðandi, sum koma í Sandoynna, eru eisini hjartaliga vælkomin at brúka venjingarmiðstøðina.

- Tað er bara at ringja, so finna vit út av einari avtalu.

Randi Hentze leggur aftrat, at øll, sum ynskja tað, kunnu fáa vegleiðing um, hvussu ymisku maskinurnar og venjingaramboðini í høllini kunnu brúkast.