Seinastu vikuna eru Føroyar vorðnar kendar í suðuramerikanska landinum, Uruguay. Orsøkin er, at ein lýsingarfilmur fyri kredittkortfelagið, OCA, sum er størsta kreditfelagið í Uruguay hevur sponsorerað tríggjar lýsingarfilmar, har klaksvíksbúgvin, Ivan Eginsson Eysturland er høvuðspersónurin.
Tað er felagið Metropolis Films, sum eisini hevur samstarvað við stórleikaran, Diego Forlan, sum hevur framleitt filmarnar. Hugskotsmennarar eru Notable Productions.
Við at TRÝSTA á PÍLIN undir MYNDINI ber til at hoyra samrøður á enskum við Horacio Hughes, aðalstjóra í OCA, Fabio Berutti frá Metropolis Films, og við Filipe Stein, sum eigur hugskotið at ferðast 11.734 kilometrar úr Uruguay, og til Klaksvíkar fyri at gera tríggjar lýsingarfilmar um tann størsta fótbóltsfjepparan hjá Uruguay uttanfyri Uruguay, Ivan Eginsson Eysturland. Á ljóðfíluni er eisini ein samrøða við Ivan Eginsson Eysturland.
Á myndini, sum er tikin við Gásadal sæst uruguaynska ferðalagið saman við Ivani og Kingu Eysturland, og Michael Koba frá Kovboy Films, sum hjálpti til við framleiðsluni av lýsingarfilmunum.