Í november vóru lønirnar, árstíðarjavnað, 719 milliónir. Hetta er triði mánaðurin á rað, at lønirnar vaksa.
Tað skrivar Hagstovan á heimasíðuni.
Higartil í ár hava lønirnar sveiggjað um 700 milliónir, men í november lyftu lønirnar seg upp á næstan 720 milliónir, sum er tað mesta í ár.
Trendurin, sum vísir langtíðargongdina, hevur nærum ligið flatur í ár, men síðan august er ferðin á trendinum vaksin hvønn mánað.
Hagstovan skrivar, at verður hugt eftir trendinum í høvuðsvinnubólkum, sæst at fiski- og alivinnan høvdu eitt upplop, sum byrjaði á heysti 2015 og toppaði í februar 2016. Síðan tá hevur fiski- og alivinnan havt afturgongd, men í oktober byrjaði framgongdin aftur og í november var tað í høvuðsvinnubólkinum fiski- og alivinnuni, at vøksturin var størstur.
Byggivinnan hevur seinastu trý árini havt stóran vøkstur, men nú tykist ferðin verða minkað, og var tað byggivinnan, sum hevði minsta vøksturin í november.
Bæði privatar og almennar tænastur hava eina javna óbroytta gongd, sum vísir ein lítlan vøkstur hvønn mánað.
Dagførd og útgreinað hagtøl um lønargjaldingarnar eru at finna í hagtalsgrunninum her.
Árstíðarjavnað tøl eru reinsað fyri árstíðaravvik, sum t.d. afturvendandi sveiggið í virkseminum millum vár og summar, heyst og vetur. Hetta merkir, at til ber at hyggja eftir gongdini mánað fyri mánað, uttan at samanberingin verður órógvað av regluligum sveiggjum millum árstíðirnar.
Í trendinum er harumframt lagt upp fyri øðrum óreglusemi í mánaðarligu tølunum, og tá sæst tann undirliggjandi langtíðargongdin í lønunum.