Ferð á Zwolle

-

FC Zwolle í næst bestu hollendsku deildini spældi um vikuskiftið á útivølli móti fyrrverandi felagnum hjá Jan Allani Müller. Go Ahead Eagles, sum er partur av botnstríðunum í deildini.
Eftir at Súni í seinastu viku hevur ligið sjúkur, er hann nú aftur farin undir venjingarnar, men hann taldist so ikki millum teir, sum sluppu at royna seg á vøllinum hesaferð.
Saman við hinum í felagnum kundi gøtumaðurin tó fegnast um, at tað aftur hesa ferð eydnaðist Zwolle at fáa fulla úrtøku. Tað stóð tó leingi nógv á móti botnliðinum, og ikki fyrr enn lítið korter fyri leiklok eydnaðist tað Van Steeg at skjóta einasta málið í dystinum eftir eitt flott einmansavrik.
Síðani farið varð undir aftur hollendsku kappingina eftir vetrarsteðgin, hevu Zwolle bert tað einu ferðina mist stig ? ein javnleikur ? og úrslitið av hesum er, at liðið nú bert er fýra stig frá oddaliðnum, Excelsoir. Hesir tykjast tó at vera sera væl fyri í løtuni, og vunnu teir ikki minni enn 6-1 á útivølli móti VVV. Zwolle eigur tó heimadyst móti Excelsoir til góðar, so kappingin má undir øllum umstøðum sigast at vera víðopin, nú teir spakuliga gera klárt til sjálvan endaspurtin.