Andrias Andreasen av Selatrað flutti fyri 24 árum síðani til Sønderborg, og har hevur hann búð síðan. Hann og danska unnustan Karina eiga trý børn í aldrinum 8, 13 og 16 ár.
Hann starvast sum sosialráðgevi á arbeiðsávísing, men er eisini aktuellur við nýggjari bók. Í 2017 gav hann út fyrstu skaldsøguna, trillaran Lurian. Nú hevur hann útgivið nýggja bók. Hon eitur Gøglergade og snýr seg um fólk í einum íbúðarøki.
– Gøglergade er ein samfelagskritisk bók, sum snýr seg um fólk í einum bústaðarøki við íbúðablokkum. Íbúðaøkið er karmur um søguna, og øll fólkini í søguni búgva har. Hetta er ein bók, sum bæði er kritisk og skemtilig, við hvørt er skemtið av grovara slagi, og hon viðger eisini fordómar ímóti fremmandum, sum kunnu tykjast nakað rasistiskir, sigur Andrias Andreasen við Sosialin.
– Høvuðspersónurin er 15 ára gamal drongur, og vit fylgja serliga honum og hansara vinum. Sosialir miðlar hava eisini ein týðandi leiklut í bókini, og søgan vísir, hvussu skjótt tað kann ganga galið á sosialum miðlum, eisini hóast fólk ikki ætlað at gera nakað skeivt. Tey, sum hava tað trupult í veruliga lívinum, hava tað ikki lættari á sosialum miðlum. Bókin er 240 síður til longdar, og tað er ferð á tekstinum, sigur hann.
Andrias Andreasen skrivar fast tíðliga á morgni.
– Eg skrivi í tveir-tríggjar tímar tíðliga á morgni hvønn einasta dag. Áður plagdi eg at skriva um kvøldarnar, tá ið børnini vóru farin í song, og eg hevði avgreitt alt, sum eg skuldi, men tá var lítil orka eftir, og tí var tað mangan trupult at fáa nakað burtur úr skrivingini, tí eg var troyttur. Nú fari eg upp hvønn morgun klokkan fýra ella fimm, og so skrivi eg í nakrar tímar, áðrenn restin av familjuni kemur upp, sigur hann.
– Hetta passar mær nógv betur, og eg fái meira burturúr. Eg skrivi hvønn einasta morgun, eisini jólaaftan og aðrar dagar, tí eg havi upplivað, at um eg haldi steðg frá skrivingini í nakrar vikur, skal eg stríða meg í gongd aftur. Eg skrivi mest og best, tá ið eg havi skrivingina sum fasta rutinu hvønn morgun, sigur Andrias Andreasen.