Ferðsluvanlukkan í Trongisvági sunnumorgunin hevur nú kravt eitt mannalív.
19 ára gamla kvinnan, sum var einsamøll í bilinum, doyði í gjár á Ríkissjúkrahúsinum.
Unga kvinnan kom koyrandi sunnaneftir og rendi í ein grótgarð við gamla el-verkið í Trongisvági. Hon varð alt fyri eitt flutt á Suðuroyar Sjúkrahús og síðani á Landssjúkrahúsið, men seinnapartin sunnudagin varð hon flutt niður á Ríkissjúkrahúsið.
Har hevur hon so latið lív í gjár, sigur løgreglan í morgun.
Løgreglan veit enn ikki, hví vanlukkan hendi, men tað verður nú kannað.