Rúna Sivertsen
Ráðið fyri Ferðslutrygd
runa@kallnet.fo
Ferðsluvanlukkur krevja líka nógv mist liviár og nærum líka nógvar skaðar og sjúkudagar, sum nógvir aðrir heilsutrupulleikar.
Vandin fyri at verða skaddur í ferðsluni er 30 ferðir størri enn í arbeiðinum innan ídnaðin.
Hetta eru ræðandi niðurstøðurnar í eini OECD frágreiðing, sum varð almannakunngjørd fyri 8 árum síðani.
Tað hevur tikið sína tíð at fingið politikarar kring heimin at fata, hvussu nógv ferðslan í veruleikanum krevur.
Men so við og við, hava flestu lond tikið hetta í fullum álvara og hava sett sær fyri at gera alt, sum gerast kann, fyri at koma hesum vanda til lívs.
Nýliga kom heilsuøkið í Noregi við í ferðslutrygdararbeiðið, og har eru ferðsluvanlukkurnar alsamt minkandi.
Ein arbeiðsbólkur varð settur at orða eina Fólkaheilsuætlan fyri Føroyar.
Við í arbeiðsbólkinum hava verið umboð fyri deildina fyri arbeiðs- og umhvørvisheilsu, kommunulæknafelagið, fyribyrgingarráðið, heilsufrøðisskipanina, landslæknin umframt landstýrismannin í almanna- og heilsumálum.
Fyribyrgingarráðið, sum skal upplýsa og ávara um ferðsluvandarnar, nevniliga Ráðið fyri Ferðslutrygd, var tíverri ikki við í arbeiðsbólkinum.
Tað er neyðugt at vit gera okkum greitt, at í dag er tað ferðslan, sum er størsti vandin móti fólkaheilsuni.
Og í arbeiðinum at basa hesum vanda, eigur Ráðið fyri Ferðslutrygd sjálvsagt at hava ein eyðsýndan leiklut.