Ferðsluóhappið millum Fjarða: Fýra fólk á sjúkrahúsið

Skaðarnir eru í alvorliga endanum, sigur løgreglan

Fyrr í kvøld var eitt ferðsluóhapp millum Fjarða í Eysturoy. Fimm bilar vóru við í óhappinum.

 

 

Løgreglan hevur tosað við onkran av teimum, sum vóru í óhappinum, men enn er ikki heilt víst júst hví óhappið hendi. 

 

 

– Orsøkin er óivað, at eitthvørt hendir á vegnum og ein av bilunum, sum koyrir oman í móti Skálafjørðinum bremsar, og so útviklar tað seg. Ein av bilunum í røðini endar á mótsetta vegnum og rakar ein bil, sum koyrir hin vegin, sigur vakthavandi á løgreglustøðini í Havn í kvøld. 

 

 

Vakthavandi á løgreglustøðini sigur tó, at fýra fólk eru á sjúkrahúsinum, og hóast tað enn er torført at siga, hvussu illa tey eru komin til skaða, so kann staðfestast at talan kann verða um alvarsligar skaðar. 

 

 

– Vit hava ikki fingið nakað endaligt at vita, men onkur hevur fingið skaða í høvdið, og tað kann útvikla seg. Tað er í alvorliga endanum, sigur vakthavandi, sum leggur afturat, at onkur slapp betri enn onkur annar í óhappinum.