Seinnapartin rendu ein betongbilur og ein persónbilur saman í Hvalvík, fýra fólk vórðu flutt á Landssjúrkahúsið við trimum sjúkrabilum. Tað sá rættiliga álvarsligt út og eitt fólk í persónbilinum mátti skerast leyst.
Men løgreglan sigur beint nú, at tey sluppu bara væl frá óhappinum.
Talan var um tvey vaksin og tvey børn, sum vóru í bilunum og sum vórðu flutt á Landssjúkrahúsið.
Onkur verður útskrivaður aftur í dag, men onkur skal liggja til eygleiðingar í nátt.
Enn er óvist, hví óhappið hendi.









